07. februar 2020
Tórskvøld í Aarhus í kvøld
Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Føroyingafelagið á Fyn skipaðu í gjárkvøldið fyri einum hugnaligum kvøldi fyri føroyskar útisetar á Fyn í snotiligu hølunum hjá Nordatlantisk hus í Odense. Í kvøld, fríggjakvøldið 7. februar, verður Tórskvøld í Aarhus, í Folkeoplysningens hus í FO-byen.

Spennandi framløgur vóru á skránni í gjárkvøldið og vælumtókti tónleikabólkurin JASMIN framførdi. Eisini varð borðreitt við føroyskum ábiti og høvið var hjá útisetum at práta við fleiri leiðarar og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu um arbeiðsmøguleikar, ansingarmøguleikar, bústaðarmøguleikar og annað í Tórshavnar kommunu.

Harumframt fingu útisetarnir høvi at práta við umboð úr Hugskotinum um møguleikan at skapa egið starv í Føroyum sum íverksetarar. Í kvøld, fríggjakvøldið 7. februar, verður Tórskvøld sum sagt í Aarhus, í Folkeoplysningens hus í FO-byen.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg á heimasíðuni HER