07. februar 2020
TÓFF 2020 verður 12. - 16. februar
Tórshavnar og Runavíkar kommuna stuðla filmsfestivalinum. Á Tórshavnar Film Festivali 2020 verða vístir nýggir norðurlendskir filmar. Har verður orðaskifti, heiðurslønir verða lætnar, og tónleikur verður framførdur.

Á TÓFF verða vístir fleiri filmar, har serliga ungdómurin verður lýstur. Filmar, sum siga okkum sterkar og persónligar søgur. Filmar, sum á ymsan hátt lýsa tað at vera ungur í Norðurlondum í dag.

Og til tey, sum ikki eru ung longur, hava fyrireikararnir bjóðað Barnafestivalinum í Kristiansandi í Noregi at vísa fram eina skrá fyri ein barnafilm.

Í skránni fyri TÓFF eru harumframt fleiri tiltøk, sum varpa ljós á gongdina í filmsframleiðslu – frá tí fyrsta skapandi hugskotinum til tað tvørfagliga samstarvið. Tað verða tiltøk fyi tey, sum arbeiða við filmi og tey, sum elska at hyggja at filmi.