10. februar 2020
Japanskir filmar í Havn í tveir dagar
Filmar úr Japan fara at seta sín dám á tey tiltøk, sum tú kanst fara til 29. februar og 1. mars, tá ið japansk filmsstevna er í Havn.

Japanski sendiharrin, Miyagawa Manabu, fer at seta stevnuna. Sýningarnar verða í Perluni í Tórsgøtu 3.

Skráin er henda:

Leygardagin 29. februar
13:00 Miyagawa, sendiharrin, bjóðar vælkomin
13:10 - 15:00 "Chihayafuru"
15:15-17:00 "Swing Girls"
17:15-19:20 "The Chef of South Polar"
19:20 Móttøka við japanskum Sake

Sunnudagin 1. mars

14:00 Miyagawa, sendiharrin, bjóðar vælkomin
14:10- 16:00 "Princess Arete"
16:15 - 18:00 "Happy Flight"
18:15 -20:20 "Her Love Boils Bathwater"
20:20 - Móttøka við japanskum Sake

Kunnað verður eisini um tiltakið á torsgota.fo í næstum.