11. februar 2020
Hans Dam, húsavørður, 20 ára starvsdag
Stuttligasti húsavørður hjá Tórshavnar kommunu heldur í dag 20 ára starvsdag. Bretar siga, at “if you want a job done – ask a busy man”. Altso: Um tú vilt hava nakað gjørt, spyr so ein, sum hevur úr at gera! Og soleiðis er við Hans – hann hevur altíð úr at gera, men fær hann eina uppgávu, so skal hon loysast beinanvegin. Aldeilis umgangandi.

- Tað sigst, at hann blívur totalt forvirraður, um hann fær fleiri uppgávur í senn – men vit mugu so taka til eftirtektar, at hann er so raskur, at hann loysir allar uppgávurnar kortini. Oftast uppá rekordtíð. Og hann er ongantíð ov seinur til nakað sum helst, segði Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari røðu fyri Hans.

Annika helt, at helst hevur Hans spart kommununi fyri nógvar pengar til umvælingar og íløgur hesi seinastu 20 árini. Hetta kemst av, at hann sum regul heldur, at tað er nakað fjas at keypa nýtt, um tað gamla kann umvælast – hann vil heldur sleppa at umvæla, enn at keypa nýtt.

Hans er vælumtóktur millum starvsfelagararnar og starvsfólk hjá kommununi annars, bæði tí hann er so ótrúliga hjálpsamur, men eisini tí hann altíð er í góðum lag og altíð er smekkfullur í góðum søgum. Hann veit altíð eina góða – um ikki annað, so smíðar hann eina góða til høvið, dugir væl at sita undir og at taka til.

Fyrr plagdu tey at flenna at einum manni, sum - tá onkur hevði øst hann upp - plagdi at taka til, at hann hevði ikki verið so illur síðan 1968. Við Hans er eitt sindur øðrvísi. Hann reinsar út við regluligum millumbilum, so starvsfelagararnir siga, at soleiðis á leið eina ferð um árið er hann spinnandi illur um eitthvørt. Men tá øðin hevur lagt seg, so er alt við tað gamla aftur.

- Hans er ein føddur íspegil – og tí er tað neyvan av tilvild, at hann í mong ár hevur vunnið heiðurin sum flottasta grýla, segði borgarstjórin, sum vegna kommununa takkaði hjartaliga fyri trúgva tænastu í vón um, at Hans fer at ríka okkum við síni nærveru í mong ár aftrat.

- Vit hava stóran tørv á trúføstum starvsfólkum við løttum lyndi og positivum hugburði. So stóra takk fyri títt íkast, segði Annika, áðrenn hon handaði Hans eina gávu frá kommununi.

Fleiri myndir eru at síggja á síðuni hjá Tòrshavnar kommunu á Facebook