12. februar 2020
Tórshavnar filmfestivalur byrjar í dag
Skráin fyri Tórshavn Film Festival verður løgd fram í Norðurlandahúsinum kl. 18:30 í kvøld. Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, setir festivalin.

Lasse Thorning Jæger, projektleiðari í Norðurlandahúsinum, greiðir frá skránni og fer at siga frá um filmarnar. Norðurlandahúsið bjóðar leskidrykkir og okkurt gott undir tonnina.

Møguleiki verður at síggja brot úr øllum filmunum, sum verða vístir á TÓFF.

Eftir setanina skipar Filmsfelagið fyri sýning av norska filmin DISCO í Havnar Bio, sum er fyrsta sýningin á TÓFF 2020. Filmurin verður vístur kl. 20.00.

DISCOBUSSUR

Norðurlandahúsið hevur leigað ein buss, sum koyrir beinleiðis úr Norðurlandahúsinum til Havnar Bio kl. 19.30.

Skal tú koyra við bussinum, so melda til HER

Sí annars skránna á Facebook