13. februar 2020
Gongur væl Vesturi á Flat
Arbeiðið at byggja út verandi dagstovn Vesturi á Flat gongur væl.

Umframt at suðurendin á verandi býlingshúsi verður umbygdur, verður eisini stórur nýggjur stovnur bygdur uppi verandi stovn. 4 stovur koma afturat, so tað verða 7 stovur íalt í nýggja stovninum, býtt á vøggu- og barnagarðsstovur, umframt onnur hjárúm.

Eldri parturin, sum verður umbygdur, er nú innilokaður, og nú um dagarnar verður lendisarbeiðið til nýggja stovnin gjørt liðugt. Nýggj fjarhitarør eru løgd inn frá Vegnum Langa, økið er planerað og nú verður lendisdekkið stoypt. Seinni í vár koma element á staðið og tá verður nýggi bygningurin reistur og innilokaður.

Arbeiðið varð bjóðað út sum heildararbeiðstøka í marts 2019 og uppskotini frá teimum bjóðandi komu inn í mai 2019. Sp/f ÁTS í Kaldbak við undirarbeiðstakarum og ráðgevum høvdu besta uppskotið, og sáttmáli við ÁTS varð undirskrivaður fyrst í juli 2019.

Arbeiðið gongur eftir ætlan, og nýggi stovnurin skal standa liðugur seint á heysti 2020.

Fleiri myndir frá um- og útbyggingini eru á síðuni hjá Tórshavnar kommunu á Facebook.