18. februar 2020
KOKS umboðar burðardyggu Føroyar
Matstovan KOKS hevur aftur megnað at sett Føroyar á heimskortið. Nú er eisini staðfest, at KOKS er ein kyndilberi í burðardygd.

Michelinstjørnan er heimsins fremsta heiðursmerki í matgerð og matgerðarlist. Og Føroyar eru við KOKS á ovastu rókum.

Í 2017 kom fyrsta Michelinstjørnan til Føroya. Í gjár fekk KOKS á øðrum sinni tvær stjørnur og telist sostatt millum allarbestu matstovurnar yvirhøvur. Harumframt fekk føroyska matstovan eisini eina fýrsmæru fyri burðardygga matlist.

- Hetta er einastandandi fyri matstovuvinnuna og fyri Føroyar sum ferðamannaland. KOKS skapar umrøðu úti í heimi fyri eitt serstakt matlistarligt flog, sum ber av øllum.

- Eg fari at ynskja KOKS og øllum teimum, ið starvast har, hjartaliga tillukku viðMichelinstjørnunum og fyri nýggju fýrsmæruna, sum verður givin fyri burðardygd, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.

Michelinbókin er komin út síðani ár 1900, og stjørnurnar eru latnar síðan 1930. Ein Michelinstjørna verður latin fyri best hugsandi matstovu í sínum flokki.

Krøvini, ið sett verða til tílíkar matsovur, eru fyrst og fremst dygd, handverk, stílur, dygd fyri pengarnar og dygd uttan mun til klokkutíð.