18. februar 2020
Klárt at byggja við Klingurstjørn 2
Í hesi seinnu útstykkingini við Klingurstjørn á Argjahamri eru 45 grundøki. Hetta er vestara útstykkingin vestanfyri Skúlan á Argjahamri, omanfyri býlingin Undir Kongavarða.

Øll grundøkini liggja vakurt við býlingsveg við góðum útsýni. Grundøkini undir vegnum eru staðsett eina húsahædd undir veghædd, og grundøkini omanfyri vegin eru skipað við almennum parkerings- og vendiplássum ímillum.

Articon hevur staðið fyri arbeiðnum at gera økið byggibúgvið.

Økið er nú matrikkulerað og øll tey 45 grundstykkini eru seld, skeytini eru skrivað og keypararnir hava fingið rokningarnar. Skeytini verða tinglýst sohvørt tey eru undirskrivað og keypspeningurin goldin.

So er klárt at fara undir at byggja sethús við Klingurstjørn 2.