20. februar 2020
Ísraelar gleða seg til føroyska sendistovu
- Føroyar lata skjótt eina sendistovu upp í Ísrael.

Hesi boðini fingu lógvabrestirnar at runga í Tel Aviv seinnapartin, tá ið Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók lut á einum fundi á ráðstevnuni Muni World í Ísrael, har aðrir 140 borgarstjórar eru hesa vikuna. 

Innbjóðingin til ráðstevnuna í Ísrael er komin í kjalarvørrinum av seinastu vitjanini hjá Anniku Olsen í Ísrael í februar 2018.

Hesaferð varð borgarstjórin boðin til serligan fund við øðrum borgarstjórum, sum formaðurin í ísraelska kommunufelagnum skipaði fyri. Hann vildi vita meira um, hvussu kommunur í ávikavist Newcastle, Kalifornia og Havn skipa seg. Harumframt var formaðurin í týska kommunufelagnum við í pallborðinum.

Á fundinum seinnapartin hevði Annika Olsen eina framløgu um Føroyar og Havnina og um avbjóðingar fyri framman. Dentur varð eisini lagdur á samstarvið millum land og kommunur.

Á fundinum varð eisini viðgjørt, hvussu kommunurnar virka í mun til landið. Semja var um, at kommunurnar eru tær, sum verða avgerandi fyri menningina í londunum í framtíðini. Tað er í kommununum, at neyðugu samstørvini verða skapt, og sum røkka langt út í heim.

Annika Olsen nýtti eisini høvi at fegnast um, at føroysk sendistova verður latin upp í Ísrael í næstum. Hetta fekk áhoyrararnar at skera í fagnaðarróp.


Frá vinstru: Formaðurin í týska kommunufelagnum. Síðani Nick Forbe, borgarstjórin í Newcastle, Mr. Shlomo Dolberg, formaður í ísraelska kommunufelagnum og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.




Borgarstjórin í Newcastle, Nick Forbes, og Annika Olsen, borgarstjóri.