23. februar 2020
Føroyskur flogbóltur ger eitt megnar arbeiði
Forsetin í evropisku flogbóltssamgonguni, Aleksandar Boričić, var í morgun á fundi við Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

Flogbóltssamband Føroya er vertur fyri forsetanum, sum er í Føroyum á fyrsta sinni.

Aleksandar Boričić hevur verið virkin á øllum pallum í flogbólti at kalla alt sítt lív. Sum leikari á allar hægsta stigi, venjari, nevndarlimur, formaður í flogbóltssambandinum í heimlandinum og nú sum forseti í CEV, evropisku flogbóltssamgonguni.

Forsetin var í Høllini á Hálsi allan dagin í gjár, tá ið fleiri steypafinalur vórðu leiktar. Aleksandar Boričić greiddi á fundinum í dag frá, hvussu hugtakandi tað var at síggja børnini, sum vóru á vøllinum í gjár, tí alt gekk bæði væl og siðiliga fyri seg. 
Aleksandar Boričić vísti eisini stóran áhuga fyri miðvísa ungdómsarbeiðinum, sum Flogbóltssamband Føroya ger hvønn dag í árinum.

Og júst Flogbørnini hava eisini gjørt sítt til, at forsetin er í Føroyum – umframt tað góða samstarv, sum Flogbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommuna hava havt um altjóða kappingar umframt mangt annað nógvu seinastu árini.

Annika Olsen nýtti høvi at greiða Aleksandar Boričić frá kommununi og serliga teimum ítróttarligu aðalmálunum, sum kommunan arbeiðir við. Hon vísti millum annað á lendið í Hoyvíkshaganum, har fyrstu stigini eru tikin til eina komandi stórhøll, sum kann hýsa altjóða ítróttartiltøkum umframt ráðstevnum og øðrum.

Borgarstjórin takkaði eisini Flogbóltssambandi Føroya fyri tað megnar sjálvbodna arbeiði, sum felagið ger. Og at tað hevur hepnast flogbóltssambandinum at fáa forsetan í evropisku flogbóltssamgonguni til Føroya, er enn eitt prógv um tað miðvísa arbeiði, sum er neyðugt til tess at kunna um viðurskiftini í Føroyum, tær ætlanir, sum liggja fyri framman, og fyri møguleikanum at lyfta flogbóltin enn hægri upp við at lúka altjóða krøv, tá ið framtíðar karmarnir til ítróttina í Tórshavnar kommunu verða lagdir til rættis.