24. februar 2020
Helena Mortensen 70 og leggur frá sær
Summi fara frá, tá tey eru 67. Summi taka tað sum tað kemur. Og aftur summi eru øgiliga akkurát og gevast sama dag tey fylla 70. Og soleiðis er við Helenu – hon gavst uppá dagin, nú hon fylti 70. 

Vit trúgva ikki heilt uppá tað, men nú fáa vit at síggja – hon hevur verið fast inventar í 34 ár, so hjá mongum verður torført at venja seg við, at hon ikki er her.

Tað verður heldur ikki so einfalt at “erstatta” Helenu – hon er perfektionist, ongin skal kunna seta fingurin á nakað, sum hon ger. So her hava tit nógv at liva upp til.
Hinvegin hevur hon ikki gjørt so nógv um seg. Hon er mild og vinarlig yvirfyri øllum vitjandi og gongur stillisliga við hurðunum. Hon hevur lagt eitt stórt og gott arbeiði eftir seg, øll hesi árini, hon hevur starvast hjá kommununi. 

Helena hevur saman við fleiri øðrum starvsfólkum verið ein ímynd av øllum tí góða, vit kenna frá svimjihøllini – og serliga frá tykkum, sum hava drúgva starvstíð í høllini. 

Góða Helena. Tú hevur verið samanlagt 32 ár í starvi, harav tvey ár í farloyvi. Eitt ár í Danmark og eitt ár í Hoyvíkar skúla.

Tá Eysturskúlin lat upp fyri ca. 40 árum síðani, undirvísti tú í fimleiki og svimjing. Nakað seinni bleiv Rúna Mortensen eisini partur av undirvísingini.

Frá Eysturskúlanum tókst tú við starvi í Svimjihøllini í Gundadali, har tú arbeiddi sum lívbjargari. Tú fekst játtað farloyvi í eitt ár – og tað árið gekk leiðin til Danmarkar, har tú starvaðist í eini svimjihøll í Esbjerg, har tú eisini undirvísti í vatnfimleiki.

Heimafturkomin tókst tú aftur við starvinum sum lívbjargari. Hetta starvið røkti tú í rúma tíð, til tú aftur fekk játtað eitt ára farloyvi at royna eitt starv í Hoyvíkar skúla. Tað árið undirvísti tú í fimleiki og svimjing. 

Men tú valdi at koma aftur í starv í svimjihøllini, her tú líka til nú hevur verið í føstum starvi, í byrjanini sum lívbjargari, men seinastu 10 árini hevur tú eisini arbeitt í deildum starvi í móttøkuni.

Og nú tú ert vorðin sjeyti unna vit tær væl at leggja frá tær, hóast tað verður stórur saknur í tær. Eg skal vegna Tórshavnar kommunu veita tær eina hjartans tøkk fyri drúgva og trúgva tænastu – hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta frameftir.

fleiri myndir á Facebook hjá kommununi.