17. mars 2020
Korona: Heimatænastan umskipað
Fyri at minka um smittuvandan og smittubreiðsluna eru tillagingar gjørdar í tænastuni til borgarar, sum fáa heimatænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Starvsfólkini í heimatænastuni verða skipað í smærri bólkar soleiðis, at borgarin kemur í samband við so fá heilsustarvsfólk sum gjørligt. Har tað ber til, er vitjanartalið frá heimatænastu lækkað. Hetta er gjørt í samráð við borgaran og er gjørt fyri at verja borgaran fyri smittuvanda 
í størst møguligan mun.

Fyribils fram til 29. mars 2020 ber ikki til hjá nýggjum borgarum at koma í umlætting á eldrabústovnum hjá Heilsu- og umsorganartænstuni. Hetta tí at nøkur pláss mugu vera tøk til sóttarhald hjá teimum, sum búgva á bústovnum, um tað gerst neyðugt. 

Borgarar, sum sostatt ikki sleppa til umlætting, fáa framhaldandi heimatænastu.

Í løtuni ber ikki til at avgreiða ørindi í Heilsuhúsinum, dyrnar har eru stongdar fyribils til 29. mars. 2020.

Telefonmóttøkna í Heilsuhúsinum svarar sum vanligt á telefon 302000 mánadag til hósdag frá kl. 09.00 til 15.30 og fríggjadag frá kl. 09.00 til 15.00. Til ber eisini at senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo. Uttan fyri vanliga arbeiðstíð kunnu borgarar, ið fáa heimatænastu, ringja á vakttelefonirnar 
sum vanligt.