ung í arbeiði


Ungdómar millum 14-16 ár fríðka á hvørjum ári um kommununa. Teir gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hatta svarar til 80 tímar. Skráset teg HER frá 23. mai kl. 10.

Fyrsta tíðarskeiðið í 2019 er frá 1. juli til 12. juli, og seinna tíðarskeiðið frá 15. juli til 26. juli.

Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Í 2019 er kravið, at umsøkjarin er blivin 14 ár 14. juli, men ikki 17 ár 13. juli.

Arbeiðsdagarnir eru 8 tímar frá kl. 8.00 til 16.00, fimm dagar um vikuna. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Latið verður upp fyri tilmelding hósdagin 23. mai kl 10.00. Freistin at melda til er 7. juni kl 12.00.

Ung í arbeiði 2019
Tey ungu arbeiða í viku 27 - 30

Tilmeldingin byrjar hósdagin 23. mai kl 10. Tilmeldingarskipanin letur aftur fríggjadagin 7. juni 2019 kl. 12.

Aldursmark: Umsøkjarin má vera vorðin 14 ár, áðrenn arbeiðið byrjar (tvs. áðrenn 15. juli), men má ikki fylla 17 ár, áðrenn tíðarskeiðið er liðugt (tvs. áðrenn 13. juli).