
Margarinfabrikkin
- ein persónlig uppdagingarferð
Margarinfabrikkin er virkishús fyri børn og ung í Tórshavnar kommunu. Her eru virkin og dugnalig starvsfólk, ið hjálpa tykkum at uppdaga dygdir, ið kanska sjálvdan koma til sín rætt. Okkara besta amboð er tykkara skapanarevni, meðan sjálv menningin er málið í virkseminum hjá okkum í Marganrinfabrikkini.
Børn og ung frá 3. flokki til 18 ára aldur kunnu nýta húsið. Harumframt skipa vit fyri almennum tiltøkum, so sum vælgerðarátøkum og stevnum av ymsum slag. Margarinfabrikkin er rús- og roykfrítt hús.
|