STUÐUL ÚR FELAGSGRUNNI

Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn


Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum síðst í juni mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul.

Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir býir taka lut, hava fyrimun.

Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið er at finna HER á heimasíðu kommununnar. Tað er av týdningi, at umsóknarblaðið verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla, sum til ber.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Hannu Simonsen, málsviðgera, telefon 302010.

Umsókn merkt „Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík, Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110 Tórshavn, torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. mai 2018.


STUÐUL ÚR FELAGSGRUNNI
Sprongja á Hvítanesi
Landavegurin einvegis - 12. desember 2017
Stongt á Landavegnum