Vinnuøki á Sundi til leigu


Við hesum verður nýggja vinnuøkið á Sundi lýst alment til leigu. Økið, ið er umleið 43.000 fermetrar, liggur í B1 Havnaøkið sambært byggisamtykt­ini fyri Tórshavn.

Økið verður í fyrsta lagi leiga út sum eitt øki, og í øðrum lagi í pørtum. Áhugaðir leigarar skulu upplýsa, um teir ynskja at leiga alt økið ella ein ávísan part av økinum.

Ætlanin er at økið verður leigað út soleiðis sum tað liggur nú, tó verður brimverjan gjørd liðug. Virksemi á økinum skal lúka tær treytir, sum eru ásettar fyri B1 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavn. Áhugaðir leigarar skulu upplýsa, hvat ið ætlanin er at nýta økið til, og hvussu langt tíðarskeið ynski er at leiga økið.

Økið verður leigað út við somu treytum, sum onnur líknandi leigumál hjá Tórshavnar Havn. Leigan er ásett til 42 kr./fermetur um árið umframt MVG, tó so, at um leigarin hevur umsetning av vørum um bryggjukantin á Sundi, verður leigan lækkað við ½ av vørugjaldinum, tó ikki niðurum 30 kr./fermetur um árið.

Umsókn um at leiga alt økið ella ein part av økinum skal sendast við telduposti til port@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 2. juni 2020. Tórshavnar havn tilskilar sær rætt til frítt at velja leigara(r), ella at vraka allar umsóknir.





Ongin busskoyring hvítusunnudag
Frítíðar- og ítróttapolitikkur til hoyringar
STUÐUL ÚR GRUNNUM