HØLI TIL LEIGU



Høli í Tórsgøtu 16, verða við hesum lýst til leigu til útvent virksemi.

Bygningurin er í trimum hæddum.

Veghædd     
inngongd frá Tórsgøtu, uml. 100,50 fermetrar
Miðhædd inngongd frá torginum, uml. 96,50 fermetrar
Loft inngongd frá torginum og miðhæddini, uml. 74,36 fermetrar

Hølini verða leigaði út sum eitt ella sum tvey leigumál, har veghædd er eitt leigumál, og miðhædd og loft eitt leigumál.

LÝSING AV VIRKSEMI
Viðkomandi umsøkjarar verða bidnir um at lýsa virksemi, sum ætlandi skal vera í hølunum.

Kommunan ynskir, at talan er um útvent virksemi og at hølini eru opin allar vanligar dagar, umframt leygardag.

Tað virksemið sum verður í hølunum, má ikki við lukti, gangi ella á annan hátt, verða til ampað fyri grannalagið.

UMSÓKN
Umsóknir við viðkomandi upplýsingum skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 25. juli 2020.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita við at venda sær til stjórnarskrivstovuna, telefon 302010.




Doktara Jakobsens gøta stongd hósdagin
Leið 3 koyrir aftur sum vanligt
Gríms Kambansgøta stongd mikudagin