Staðbundnar nevndir

Sambært § 37 í løgtingslóg nr. 87 kann kommunustýrið seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.

Valið fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til kommunustýrið við teimum avvikum, ið umstøðurnar krevja.

Á býráðsvalinum 10. november 2020 kunnu sostatt veljast 3 limir í ávikavist.

Hvítanesnevnd Tórshavnar býráðs
Kaldbaksnevnd Tórshavnar býráðs
Kollfjarðarnevnd Tórshavnar býráðs
Kirkjubøar / Velbastaðarnevnd Tórshavnar býráðs
Hest / Koltursnevnd Tórshavnar býráðs
Nólsoyarnevnd Tórshavnar býráðs

Í atkvøðuøkinum ávikavist á Hvítanesi, í Kaldbak/Kaldbaksbotni, í Kollafirði, í Kirkjubø/Velbastað/Syðradali, í Hesti/Koltri og í Nólsoy hava borgarar valbæri og valrætt, sum standa á vallistanum til býráðsvalið.

Valevnislistarnir skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi á býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin 20. oktober 2020, kl. 18.00.

Ein av stillarunum skal handa valevnislistan og navnalista yvir stillararnar, og skulu bæði velevnislistin og navnalistin skilliga verða lýstur við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.

Tíð og stað fyri valið verður kunngjørt seinri.







Sunnara vegabreyt frá Landavegnum til Janusargøtu stongd
Vallistar
BYGGISAMTYKTIR TIL HOYRINGAR
Suðurrás stongd til 10. desember