Sunnara vegabreyt frá Landavegnum til Janusargøtu stongd

Vegna arbeiði á Marknagilsvegnum verður sunnara vegabreyt frá Landavegnum til Janusargøtu stongd fyri allari ferðslu frá týsmorgni 13. oktobur kl. 09.00 til 1. desembur.

Koyrast kann eftir Hans Andriasargøtu og eftir Janusargøtu, meðan arbeiðið fer fram.

Leið 3 og túrurin hjá leið 7 kl. 07.00 úr Kollafirði koyrir eftir Hans Andriasargøtu og Janusargøtu víðari eftir ferðaætlanini.

Tórshavnar kommuna


Vallistar
Staðbundnar nevndir
BYGGISAMTYKTIR TIL HOYRINGAR
Suðurrás stongd til 10. desember