Kunning um BARN

Vælkomin til nýggju talgildu plássbókingarskipanina BARN.

Tú fært atgongd til skipanina við at trýsta á hesa leinkju 

Vit mæla staðiliga til, at tú byrjar við at lesa tekstin niðan fyri, sum svarar teimum mest vanligu spurningunum um skipanina. 

Vit minna á, at tað hevur stóran týdning, at tú lesur væl og virðiliga tekstin á skíggjanum, tá tú ert ritað/ur inn á skipanina og skalt taka eina avgerð um bóking ella uppsøgn. Misskilir tú eitthvørt og góðkennir eina bóking ella uppsøgn, so er tað bert tú, ið kann rætta villuna við at royna av nýggjum. Tórshavnar kommuna kann ikki ógilda avgerðir hjá borgarum í skipanini.  

Hvar finni eg BARN?

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu: www.torshavn.fo 
Tú fært atgongd til skipanina við at trýsta á bjálkan til vinstru, nevndur BARN. Síðan ritar tú inn við MínLykil.


Hvussu fái eg MínLykil og MínBoks?

Á heimasíðunum www.minlykil.fo og www.minboks.fo ber til bíleggja sær hetta. Tað er sera lætt og ómakaleyst.


Eg havi longu fingið eitt pláss. Broytir tað mínar møguleikar at bóka eitt annað pláss í BARN?

Nei, tað broytir ikki møguleikarnar. Øll kunnu leita eftir og bóka sær eitt pláss í skipanini. Tað einasta tú skalt hava í huga er, at uppsagnarfreistin framvegis er 2 mðr. Um tú hevur eitt pláss frammanundan, kanst tú bert bóka eitt nýtt pláss 2 mðr. ella longur fram í tíðina.


Hvat geri eg, um eg ikki finni nakað pláss á nøkrum stovni til ta tíðina, eg havi tørv á tí?

So kanst tú royna at flyta dagfestingina og leita av nýggjum, og so bóka tað plássið, ið er tættast. Eisini kanst tú rita inn javnan og leita. Tí broytingar koma fyri, so hvørt fólk av ymiskum orsøkum siga pláss upp. 


Hvat er ynskilistin?

Ynskilistin virkar soleiðis:

·       Børnkunnu skrivast upp á ynskilista til eina ávísa byrjanardagfesting

·       Børná ynskilista kunnu fáa boðið pláss 1 mánað áðrenn og upp í 12 mánaðir eftirbyrjanardagfestingina. Tó skal barnið verða 10 mánaðir gamalt, áðrenn tað kannbyrja á stovni.

·       Avvísaforeldur eitt tilboð um pláss, sum er meira enn 2 mánaðir eftirbyrjanardagfestingina, verður barnið standandi á ynskilistanum, men fær so ikkiboðið eitt pláss aftur, ið er líka nógvar mánaðir frá byrjanardagfestingini.

·       Takaforeldur av einum tilboði um pláss, sum er meira enn tveir mánaðir frábyrjanardagfestingini, hava tey harvið bóka plássið til barnið, og barniðverður standandi á ynskilistanum, og kann seinni fáa boðið pláss ta tíðina, sumrestar í, um pláss verður tøkt.

·       Avvísaforeldur tilboð um pláss, sum er styttri enn tveir mánaðir frábyrjanardagfestingini, verður barnið strikað av ynskilstanum.

·       Svaraforeldur ikki einum tilboði um pláss, áðrenn fimm dagar eru farnir, verðurbarnið strikað av ynslistanum og mugu seta barnið á ynskilistan aftur um teyynskja tað.


Skipanin bjóðar tøktpláss til tað barnið á ynskilistanum, ið er fremst og lýkur ávísar treytir umaldur, systkinaframíhjárætt og uppsagnartíð á møguligum øðrum stovni.

Ynskilistin er sostatteitt slag av bíðilista til hvønn stovn sær í 12 mánaðir, men tað er fyrst ogfremst við at bóka pláss, at foreldur kunnu tryggja sær eitt pláss. Ynskilistiner einamest ætlaður til systkin, men veitir tó onga trygd um pláss.

Hvussu fái eg mítt barn inn á sama stovn, sum systkini eru á?

Tú mást bóka undir somu treytum sum onnur foreldur. Eydnast tað ikki, kanst tú skriva barnið á ynskilistan, sum gevur systkjum framíhjárætt. Sí svarið omanfyri.


Kann Snarskivan ella stovnsleiðari siga mær, hvussu útlitini eru fyri at fáa pláss?

Nei. Tað, sum brúkarin sær í skipanini í mun til tøk pláss, er tað sama sum kommunan sær. Vit vita ikki, nær fólk bóka, flyta ella siga upp eitt pláss, fyrr enn tað er gjørt, og í somu løtu sæst tað í skipanini.


Hví síggi eg ikki mítt barn í skipanini?

Skipanin hevur samband við fólkayvirlitið. Tvs. at upplýsingarnar um foreldur og børn, sum síggjast í skipanini, koma úr fólkayvirlitinum. Tá barn er borið í heim, er tað avvarðandi prestur, sum skrásetir og knýtir barnið at foreldrunum í fólkayvirlitinum. Um eitt barn ikki er at síggja í skipanini, er tað mest sannlíkt av tí orsøk, at barn og foreldur ikki eru knýtt saman í fólkayvirlitinum enn.

Í teimum førum, har foreldrini ikki eru gift, og pápin ikki hevur søkt og fingið felags foreldramyndugleika, sæst barnið bara, tá mamman ritar inn á skipanina.

Ein onnur orsøk kann vera, at títt barn ikki hevur føroyskt p-tal. Um so er, kanst tú á sjálvgreiðsluni á torshavn.fo søkja um at fáa eitt sovnevnt TK-tal, sum kann brúkast til p-talið er fingið til vega.


Kann mítt barn, sum er á stovni fáa farloyvi og venda aftur á sama stovn seinni?

Tað verður ikki veitt farloyvi frá ansing. Hevur tú ikki brúk fyri plássinum í longri tíð, mást tú siga plássið upp og bóka annað pláss, tá tú hevur tørv á tí aftur.


Eg búgvi á Argjum - kann eg bóka pláss í Hoyvík?

Ja. Við nýggju talgildu skipanini verður farið burtur frá dagstovnaøkjunum, og møguleiki er fyri at skriva barnið upp til júst tann dagstovnin, ein ynskir.


Eg havi onga teldu í løtuni. Hvussu kann eg bóka pláss?

Tú ert vælkomin at nýta teldurnar í forhøllini í Snarskivuni ella á Býarbókasavninum. Er hetta ikki gjørligt, mást tú royna at lána telduna hjá onkrum vini ella familjulimi.


Eg havi ikki MínBoks ella MínLykil. Hvussu bóki eg pláss?

Tú kanst koma í Snarskivuna við umsóknarblaðnum, sum liggur á heimasíðuni og í Snarskivuni. Snarskivan kann leita í skipanini og siga tær, hvørji tøk pláss eru til galdandi dagfesting.

Er tøkt pláss, skalt tú vátta á staðnum, um tú tekur av.



Her eru tvær videovegleiðingar til BARN



FILMUR 1 og FILMUR 2



HÝRUVOGNSLOYVI
Landavegurin stongdur frá mánadegnum
Innskriving
Leið 2 umløgd
BYGGISAMTYKTIR TIL HOYRINGAR
Dagføring av BARN