Stuðul úr felagsgrunni

Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn

Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum í mai mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul.

Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir býir taka lut, hava fyrimun.

Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðu kommununnar, trýst HER. Tað er av týdningi, at umsóknarblaðið verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla, sum til ber.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Ritu Heradóttir, stjórnarskrivara, á telefon 302010.

Umsókn merkt „Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík, Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110 Tórshavn, torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 26. apríl 2019.




BYGGISAMTYKTIR TIL HOYRINGAR
Kunning um BARN