STUÐUL ÚR GRUNNUM

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði

Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“.

Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, ráðgeva, telefon 302010.

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðar ætlanir í tóvirkisútbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn ella á torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019. Merkið umsóknina „Minnisgrunnur Sonnu av Skarði“.


_______________________________________________________________


Sanglegat til minnis um Sonnu Dahl Waagstein

Sanglegatið letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi.

Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, ráðgeva, telefon 302010.

Umsóknir skulu sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn ella á torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019. Merkið umsóknina „Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein“.





FÓLKATINGSVAL 2019
BYGGISAMTYKTIR TIL HOYRINGAR
Kunning um BARN