FÓLKATINGSVAL 2019

Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður fólkatingsval mikudagin 5. juni 2019.

VALT VERÐUR SOLEIÐIS
1. 

Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali, Hoyvík, á Hvítanesi
og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi
2.
Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum
3.
Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak
4.
Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
5.

Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum
á Velbastað
6.
Fólk í Hesti og Koltri velja í bygdarstovuni í Hesti
7.

Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum
Royndini í Nólsoy

Atkvøðugreiðslan verður millum kl. 9.00-20.00 og so leingi, veljarar møta uttan steðg.

Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Snarskivuni, telefon 302010, til mánadagin 3. juni 2019, kl. 16.00.

Samstundis verður sagt frá, at valkort til fólkatingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Um so er, at valkortið ikki er komið innan fríggjadagin 31. mai 2019, orsakað av t.d. bústaðarflyting, skal boðast Snarskivuni frá hesum sum skjótast, telefon 302010.







FÓLKATINGSVAL 2019
STUÐUL ÚR GRUNNUM
BYGGISAMTYKTIR TIL HOYRINGAR
Kunning um BARN