Snarskivan stongd hesa vikuna
Dyrnar í Snarskivuni eru læstar frá í dag 10 august 2020. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja koronasmittuni.

Telefonmóttøkan verður tó tøk á tlf. nr. 302010, mánadag til hósdag, kl. 9.00 til 16.00, og fríggjadag, kl. 9.00 til 15.00.

Heitt verður á øll viðskiftafólk um í mest møguliga mun at nýta Sjálvsgreiðsluna og Prei-funkuna á heimasíðuni torshavn.fo til umsóknarbløð og fráboðanir.

Í øðrum lagi ber til at senda okkum ein teldupost á torshavn@torshavn.fo

Letur hetta seg ikki gera, ber til at ringja. Hetta er galdandi fyribils til og við 14. august 2020.
Snarskivan stongd hesa vikuna
Gríms Kambansgøta stongd mikudagin