M/B FRAM TN2 – verður latin áhugaðum til ognar


UPPLÝSINGAR UM BÁTIN
• 
Byggiár 1921

Deksbáturin er 13,53 brutto tons og 5,20 netto

Nýggjur Volvo Penta motorur settur í í 2005

Bátinum tørvar munandi ábøtur



Laurits í Mortanstovu (Debes) í Havn, bygdi Fram í 1921
Hann varð bygdur til Sámal Petersen í Fuglafirði og varð
upprunaliga nevndur Erik

Tey sum ynskja at fáa bátin til ognar mugu lata eina lýsing av, hvat tey ætla við bátinum ella pørtum av honum.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjart Mortensen, tel. 302010 ella bjartur@torshavn.fo

Áhugaði skulu boða kommununi frá í seinasta lagi 7. februar 2020 kl. 12.00 við at senda umbøn til t-post: torshavn@torshavn.fo



Stuðul úr felagsgrunni
ÚTBJÓÐING
ALMENT ÚTBOÐ
Dagføring av BARN
Kunning um BARN