NAVNAKAPPING


– nýtt navn til Tórshavnar kvøldskúla

Virksemið hjá Kvøldskúlanum hevur verið í eini broytingartilgongd farnu árini, tá ið skeiðsvirksemið um dagin og førleikagevandi skeið og útbúgving eru týðandi partur av skúlavirkseminum, eisini málskeið fyri tilflytarar, umframt stóra virksemið innan frítíðarundirvísing og -virksemi.

Í hesum skúlaárinum bjóðar Kvøldskúlin fram um leið 304 skeið til um leið 3100 næmingar. Skeiðini eru á 28 støðum í kommununi, eisini í Kollafirði og í Nólsoy. Á stovninum eru 4 starvsfólk í føstum starvi umframt 142 virksamir undirvísarar.

Í mong ár æt skúlin Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli, men broytti fyri tveimum árum síðan navn til Tórshavnar kvøldskúli.

Hetta navnið tykist ikki at vera heilt tíðarhóskandi. Skúlin er í holt við at orða eina nýggja ætlan fyri virksemið, eisini at dagføra mál og mið.

Verandi mál og mið skúlans eru:

Missión (mál)
Kvøldskúlin tryggjar borgarum í kommununi fjølbroytt og spennandi frítíðartilboð, sum eru ástøðilig, yrkislig og mentanarberandi.

Visjón (mið)
Kvøldskúlin skal bjóða og menna frítíðartilboð til allar borgarar í kommununi hóast aldursbólk og samfelagsliga støðu.

Kvøldskúlin skal geva øllum borgarum møguleika gjøgnum yrkisføri og góðar relatiónir:

• 
at hava møguleikar

at taka við avbjóðingum og mennast

at vera menniskja

Kvøldskúlin skal vera eitt gott arbeiðspláss fyri starvsfólk, sum hava hug til at royna seg yrkisliga og persónliga.

Lesið annars meira um Tórshavnar kvøldskúla á www.kvoldskulin.fo

NAVNAKAPPING
Mentamálanevndin hevur gjørt av at skriva út navnakapping at vita, um tað møguliga ber til at finna eitt hóskiligari navn til skúlan.

Nevndin, ið metir um uppskotini, verður mannað við umboðum úr umsitingini hjá Tórshavnar kommunu og umboðum fyri Tórshavnar kvøldskúla og letur síðan tilmæli til mentamálanevndina í Tórshavnar kommunu, ið tekur støðu til málið.

Ynskið er at fáa hugskot, sum kunnu geva kommununi íblástur at velja, hvønn veg best er at fara.

Kappingarviðurskifti-/treytir:

• 
Navnið nýtist ikki at innihalda hjánavnið skúli.


Nevndin tilskilar sær rætt at taka støðu til, um haldast skal
fast við verandi navn, ella um nýtt navn skal koma í staðin.

Um fleiri lata inn uppskot um sama navn, verður lutakast.



Freistin at senda uppskot inn er fríggjadagin 3. apríl 2020
kl.12.00. Síðan verða uppskotini viðgjørd, og verður vinnandi
navnið væntandi avdúkað 15. apríl 2020.

Spurningar kunnu verða settir á torshavn@torshavn.fo ella at ringja til Honnu Simonsen, fulltrúa, á 302198, og verða møguligir spurningar svaraðir og kunngjørdir á torshavn.fo

Hugskot til navn kunnu verða latin inn á Snarskivuna á Vaglinum, í brævbjálva, merktur „Navnakapping – Kvøldskúlin“, ella verða send sum t-postur til torshavn@torshavn.fo

Latnar verða 10.000 kr. til vinnandi navnið.







BYGGISAMTYKTIR TIL HOYRINGAR
Stuðul úr felagsgrunni