Køksfólk til Dagstovnin Lítlaskóg
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin Lítlaskóg eftir starvsfólki til køkin 12 tímar um vikuna.

LÝSING AV STOVNINUM
Lítliskógur er ein stovnur við um 100 børnum mitt í Havn. Vit hava 2 vøggustovur og 4 barnagarðsstovur. Børnini eru 0-7 ára gomul. Børnini hjá okkum eru lívlig og virkin, so tey skulu hava góðan mat fyri at trívast og vera glað. Harafturat halda vit at matur skal vera eitt sansaligt upplivilsi og ikki bara orkuáfylling.

STARVSLÝSING
• 


Teir 12 tímarnir um vikuna kunnu leggjast til rættis eftir avtalu
við leiðaran: antin verður arbeitt 3 tímar í senn, 4 dagar um
vikuna. Ella 4 tímar í senn, 3 dagar um vikuna

Tú gert heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag


Tú kemur onkuntíð at gera døgurða til børnini í samstarvi við
hini starvsfólkini


Tú hevur ábyrgd av køkinum og yvirlit yvir tilfari, innkeypi og
matarætlan

VIT VÆNTA AT TÚ:
• 

hevur hugflog til at gera vanligan, heilsugóðan og fjølbroyttan
mat

ert tilvitað/-ur um matoyðsl

hevur gott yvirlit


tímir at vera saman við børnum. Okkum dámar at børnini
viðhvørt sleppa at vera við í matgerðini saman við starvsfólki

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag.

UMSÓKN
Umsókn verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 29. mars 2019 kl 12.00, viðmerkt: umsókn til Lítlaskóg.

Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at venda sær til Gyðju Johannesen, stovnsleiðara, telefon 302370.





Øll størv
trýst her