Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til Lágargarð
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Lágargarð, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

SØKT VERÐUR EFTIR:

HEIMARASTOVA
• 


Einum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1.juli 2020. Setanarbrøkurin
er 1,0. Arbeiðstíðin er í løtuni dagvaktir og triðja hvørt vikuskiftið.
Møguleiki er eisini fyri lægri brøki



Einum heilsurøktara at byrja 1.juli 2020. Setanarbrøkurin er 1,0.
Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir, og triðja hvørt vikuskiftið. Møguleiki
er eisini fyri lægri brøki

MIÐSTOVA
• 


Einum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. juli 2020. Setanarbrøkurin er
1,0. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir og triðja hvørt vikuskiftið. Møguleiki
er eisini fyri lægri brøki


Einum heilsurøktara at byrja 1. juli 2020. Setanarbrøkurin er 0,8.
Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir og triðja hvørt vikuskiftið

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á
• 
 
Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering og
geriatri

At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar


Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi
arbeiðspláss

Góðan telduførleika


Prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur ella
heilsurøktari

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni


eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar


møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at
menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til ein av deildarleiðarunum:

Heimarastova:  
 

Diana P. Strøm
tlf. 211808 ella á t-post dianas@torshavn.fo
Miðstova:

Rannvá L. Godtfred
tlf 226718 ella á t-post rannvalg@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Røktarstarvsfólk til Lágargarð“.

Umsóknarfreistin er 10. juni 2020.




Øll størv
trýst her