Starvsfólk til Býlingshúsið Inni á Gøtu
Størvini eru:

• Eitt tíðaravmarkað starv sum starvsfólk í barnagarði við 16 børnum, 28 tímar um vikuna
• Eitt tíðaravmarkað starv sum starvsfólk í barnagarði við 16 børnum, 30 tímar um vikuna
• Eitt tíðaravmarkað starv sum starvsfólk í barnagarði við 16 børnum, 35 tímar um vikuna
• Eitt tíðaravmarkað starv sum starvsfólk í vøggustovu við 10 børnum, 15 tímar um vikuna

STOVNURIN

Í býlingshúsinum Inni á Gøtu eru vit í ferð við at menna ein spennandi stovn. Ein stovn har trivnaður og nærsambond eru í brennidepilnum. Vit ynskja, at øll kenna seg vælkomnan, tá íð tey trína inn um dyrnar.

Á stovninum starvast ein nýggjur og jaligur starvsfólkabólkur. Starvsfólkini eru altíð klár at geva eina hjálpandi hond tvørtur um allar stovurnar. Øll starvsfólk raðfesta álit, samstarv og tann jaliga tónan høgt.
Sum námsfrøðingur í barnagarðinim Inni á Gøtu hevur tú stóran møguleika at vera við til at menna og skapa námsfrøðina og mentanina á stovninum.

Tí leita vit eftir námsfrøðingum, ið leggja stóran dent á at skapa góð sambond og hava bæði evni og hug til at vera partur av einum starvsfólkabólki í stórari menning.

Í løtuni starvast fimm námsfrøðingar, ein lærari og 11 hjálparfólk í býlingshúsinum Inni á Gøtu.

Gerandisdagurin verður ríkaður við 42 barnagarðsbørnum og 21 vøggustovubørnum, ið eru býtt á tvær barnagarðstovur og tvær vøggustovur.


VIT VÆNTA AT
- Tú megnar at skapa góð sambond og ert jalig/ur
Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- Tú hevur góð evni at samstarva og samskifta og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
- Tú ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
- Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlit, tá ið á stendur
- Tú ert kreativ/ur og bjóðar inn við hugskotum og aktivitetum

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Talan er um 4 størv við starvsbyrjan 1. sept 2020 ella eftir nærri avtalu.

Størvini verða tíðaravmarkað sett fram til juli 2021.

MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Rikke Bak, stovnsleiðara, telefon 595533.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo


Umsóknarfreistin er 17. august 2020

Øll størv
trýst her