ENDURLÝSING – námsfrøðingur til Dagstovnin á Velbastað
Vit søkja eftir námsfrøðingi til barnagarðsstovu at byrja 12 okt. 2020, ella eftir nærri avtalu. Søkjur námsfrøðingur ikki starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Tímatalið liggur millum 30-40 tímar alt eftir avtalu.



Vælkomin til Dagstovnin á Velbastað, ein stovnur ið arbeiðir tætt við náttúruni

Dagstovnurin á Velbastað er karmur um vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla. Skjótt er at koma til dagstovnin, tí tað tekur einans 10 min. við bili ella bussi úr Steinatúni til Velbastaðar.

Stovnurin hevur góðar umstøður bæði inni og úti, sum vit nýta gott av. Stórt felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu, snikkaraverkstað, rúm til ítriv, stóran garð við haga, fifa vøllið, einum lítlum løkið, umframt einari smáttu har vit javnan kynda bál.

Tú kemur at arbeiða á einari stovu við 12 børnum, einum námsfrøðingi, umframt einum ungum hjálparfólkið. Sum námsfrøðingur á dagstovninum á Velbastað gevur tú børnunum ávirkan á egnan gerandisdag eins og tú er áhugða í fakligari menning. Hjá okkum blívur tú ein partur av einum góðum og jaligum starvsfólka hópi og far lut ið einum mennandi pedagogiskum toymi.

• 
Vit geva børnunum møguleika at vera i ró og hugsavna seg

Vit geva børnunum møgulieka at ávirka sín gerandisdag

Vit eru í rørslu, eru skapandi og nógv úti saman við børnunm


Vit eru í góðum sambandi við børnini og samráða saman við
teimum

Vit hava gott foreldra samstarv

AV TÆR YNSKJA VIT, AT TÚ:
• 

Hevur hug at arbeiða við teimum møguleikum sum stovnurin
og nærumhvørvið leggur upp ti


Tú tekur undir við okkara grøna hugburði og teimum virðum
vit hava á stovninum


Eins og tú kann koma við tínum ískoyti og gera tína ávirkan
galdandi

Tú ert nærverandi, ábyrgdarfull/-ur og hevur eitt positivt lyndi

Tú hevur góð samstarvsevni og gott yvirblikk

Hjá okkum leggja vit dent á ein grønan hugburð og eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast. Vit vísa fyrilit fyri hvørjum øðrum, bæði sum einstaklingum og sum partur av einari størri heild. Alt hetta er við til, at tað á dagstovninum á Velbastað er eitt gott huglag bæði millum børn og vaksin.

Tú skal vera vælkomin at søkja starv hjá okkum og vit gleða okkum at hoyra frá júst tær.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsøknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir vera sendar til torshavn@torshavn.fo seinast mikudagin 7. oktober 2020.

Meir fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Tóru Højgaard Joensen, stovnsleiðara, á 271055 ella umvegis heimasíðuna www.velbarn.fo






Øll størv
trýst her