Fulltrúi til Barna- og ungdómsdeildina
Hevur tú holla fakliga vitan, royndir og evni at arbeiða við fyrisiting, menniskjum, borgaratænastu, heildarhugsanum, greiningum og menningartilgongdum, so ert tú møguliga persónurin til avbjóðandi starv sum fulltrúi á barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna ynskir støðugt at styrkja og menna námsfrøðiliga tænastustøðið og skipanarliga grundarlagið á dagstovnaøkinum, ið er týðandi virkisøki í kommununi.

Barna- og ungdómsdeildin er deild í trivnaðarfyrisitingini. Deildin umsitur barna- og ungdómsøkið, dagstovnar, frítíðarskúlar, ungdómshús og veitir námsfrøðiliga ráðgeving og stuðul til børn við serligum avbjóðingum.Deildin hevur bæði fyrisitingarligar og ráðgevandi uppgávur eisini til politisku skipanina.

ARBEIÐSØKI
Fulltrúin skal vera við til at menna dagstovnaøkið viðvíkjandi námsfrøði, tænastu, dygd og skipan í samstarvi við leiðslu við serligum denti á hesar høvuðsuppgávur:

• 

Samskipa og seta í verk átøk og menningarætlanir á økinum,
og tvørgangandi samstarv innanhýsis og uttanhýsis


Menna og orða yvirskipaðar leiðreglur á barna- og
ungdómsøkinum

Skipa fyri tørvsgreiningum á økinum




Eftirmeta, lýsa, innsavna og viðgera tilfar, tilmæla og eftirmeta
– at lýsa økið sum heild, harundir hagtøl og frágreiðingar sum
liður í fyrisitingarligu og politisku málunum at tryggja dygd í
tænastu og skipan

FØRLEIKAKRØV
• 

Tú skal hava viðkomandi hægri útbúgving og viðkomandi
fyrisitingarligar royndir



Tú skal hava hug og hegni at arbeiða við menniskjum, taltilfari
og greiningum, og royndir at samskipa og seta í verk
menningartilgongdir

Tú skal duga væl at málbera teg í skrift og talu


Tú skal hava eina fatan av, hvat tað vil siga at arbeiða í eini
politiskari skipan

Tú skal hava breitt samfelagsligt medvit

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• 

megnar at arbeiða við námsfrøðiligu tænastuni og í fyrisitingarligari-,
bygnaðarligari- og politiskari skipan

arbeiðir saman við øðrum, sjálvstøðugt og sjálv/-ur taka stig

virkar fyri góðum samstarvi

hevur KT-førleika til vanligastu forritini

megnar at greiða úr hondum størri skrivlig avrik

megnar at arbeiða í skjótt broytandi umstøðum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera Tórshavnar kommunu, í hendi seinasta lagi 9. november 2020. Merkið umsóknina „Fulltrúi til barna- og ungdómsdeildina“. Umsóknin skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, leiðara á Barna- og ungdómsdeildini, telefon 302010.

-----------

Dagstovnaøkið er skipað undir Trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu og víðari undir leiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini. Fulltrúin vísir til leiðaran á Barna- og ungdómsdeildini, og fyriheldur seg til leiðslubygnaðin, fyrisitingarligu og politisku skipanina í kommununi. Dagstovnaøkið er víðari skipað við 4 eindarleiðarum, 36 dagstovnaleiðarum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á dagstovnaøkinum arbeiða umleið 700 starvsfólk, og umleið 3.000 børn og ung eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini. Samlaða játtanin til økið er uml. 200 mió.kr.





Øll størv
trýst her