Røktarstarvsfólk til Sambýlið oman Mattalág
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Sambýlið oman Mattalág.

Sambýlið er fyri minnisveik og har húsast 9 fólk. Dentur verður lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining, og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Vit stremba eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan eisini tað, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald, til dømis matgerð, klædnavask og bílegging av vørum.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 
 
Heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 ella eftir avtalu, til setan 1. mai 2019.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti


Heilsuhjálpara á starvsbrøki 1,0 ella eftir avtalu, til setan 1. mai 2019.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti

FØRLEIKAKRØV
• 
Prógv og góðkenning sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari

Áhuga at arbeiða við fólki, sum hava demens

Góð evni at samskifta í skrift og talu


Ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi
og tryggan gerandisdag fyri einstaka húsfólkið


Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum
samstarvi við húsfólk, avvarðandi og starvsfelagar

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag


felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuna, umframt
einstaklingainnleiðslu á sambýlinum

eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum


møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna Sambýlið
Oman Mattalág

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar lagaðar til fakbólkin.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Beintu Áargarð, deildarleiðara, á telefon 512655, ella umvegis teldupost beintaar@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Oman Mattalág“.

Umsóknarfreistin er 26. mars 2019.





Øll størv
trýst her