Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til Traðarlon á Boðanesheiminum
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum, umframt 13 umlættingarplássum og 5 plássum til samdøgurðsendurvenjing.

Traðarlon er ein deild á Boðanesheiminum Yviri við Strond við 24 búplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Vit á Traðarlon stremba eftir fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Sjá film um at starvast í Heilsu- og Umsorganartænastuni HER

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 

einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8 til setan 1. mai 2019.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskiftið


einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,7, til setan 1. mai 2019. Arbeitt
verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskiftið

FØRLEIKAKRØV
• 
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt

Fyrikomandi, álitisvekjandi og jaligt tænastusinni


Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í
menning

KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÓÐA
• 
Góða innleiðslu

Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar


Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella heilsurøktarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðrið Alis Vestergaard, virkandi deildarleiðara, telefon 275283, ella við telduposti til gudridv@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Starvsfólk til Traðarlon“.

Umsóknarfreistin er 26. mars 2019.






Øll størv
trýst her