Heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálparar
Søkt verður eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum og heimahjálparum til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu.

170-180 borgarar fáa tænastu frá heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har umleið 60 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutar. Í Heilsuhúsinum verða tilboð til heimabúgvandi borgarar skipað.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipa heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt og umsorgan, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóra dent á dygd og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 

tveimum starvsfólkum at arbeiða í dagvaktum á starvsbrøki
0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna frá 1. juni 2019


einum starvsfólki at arbeiða í dagvaktum á starvsbrøki 0,5
svarandi til 20 tímar um vikuna frá 1. mai. 2019


einum starvsfólki at arbeiða á kvøldvakt á starvsbrøki 0,75
svarandi til 30 tímar um vikuna frá 1. juni 2019


tveimum starvsfólkum til farloyvisstarv á starvsbrøki 0,875
svarandi til 35 tímar um vikuna frá 1. mai til 31. januar 2020

tímaløntum sjúkra- og feriuavloysarum

Arbeitt verður í 7-8 tíma vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAR
Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, herundir á eldraøkinum, so er tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• 
hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika

hevur góð samstarvsevni og megnar at samstarva tvørfakliga

hevur hóskandi arbeiðsroyndir

kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi

kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum

hevur góðan telduførleika

hevur koyrikort

VIT BJÓÐA:
eitt sjálvstøðugt og spennandi starv og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og Heilsurøktarafelagið / Heilsuhjálparafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita við at venda sær til Jóngerð Nielsen, deildarleiðara, telefon 793110, t-post: jongerdn@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, góðkenning og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 24. apríl 2019. Viðmerkjast skal „Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna“.

Trýst HER fyri at síggja eina vitjan heima hjá einum borgara.





Øll størv
trýst her