Lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali
Søkt verður eftir tveimum lívbjargarum, ávíkavist kvinnu og manni, til Svimjihøllina í Gundadali at byrja skjótast til ber ella eftir avtalu.

Umframt at starvast sum lívbjargari, fevnir starvið um reingerð og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.

FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarin skal vera góður svimjari og hava stóru lívbjargararoyndina, annars verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini eru fulltíðarstørv og verða sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN O.A.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst st vita um starvið við at venda sær til Gunnar Streymoy, leiðara, telefon 224550, teldupost gunnars@torshavn.fo





Øll størv
trýst her