Løgfrøðingur til starvsfólkaøkið
Tórshavnar kommuna sóknast eftir løgfrøðingi til starvsfólkaøkið.

Tórshavnar kommuna er eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum, ið tilsamans telur ein starvsfólkahóp uppá umleið 2.000 fólk. Dagligu uppávurnar innan starvsfólkaøkið eru sostatt nógvar og fjøltáttaðar.

VIT BJÓÐA
Eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv á einum stórum og dynamiskum arbeiðsplássi, har tú kemur at starvast á Starvsfólkadeildini, sum er ein deild í Miðfyrisitingini.

UM STARVIÐ
Uppávurnar fevna m.a. um málsviðgerð í starvsfólkamálum, ráðgeving og sparring í mun til stjórn, deildarleiðarar og stovnsleiðarar. Harumframt er samskifti við m.a. fakfeløg og advokatar partur av dagligu uppgávunum. Ein partur av starvinum er, saman við starvsfeløgum á deildini, at skipa fyri innanhýsis skeiðum í starvsfólkaviðurskiftum og at skriva vegleiðandi tilfar til leiðarar.

Á Starvsfólkadeildini starvast 9 fólk, hvørs starvsøki m.a. fevna um ymiskar tættir innan ráðgeving innan HR, menning og íverksetan av KT-skipanum og mannagongdum til starvsfólkaumsiting, málsviðgerð og løgfrøðiliga ráðgeving, umframt lønaravgreiðslu.

Tú verður partur av einum tvørfakligum toymi, hvørs starvsøki fevnir um alla lívsleiðina hjá starvsfólkum hjá Tórshavnar kommunu frá rekruttering til starvsenda. Á deildini er ein annar løgfrøðingur í starvi.

VIT VÆNTA
At tú hevur hevur løgfrøðiligt embætisprógv (Cand. Jur), ella svarandi til hetta. Vit leggja dent á at tú ert fakliga væl grundað/ur og hevur áhuga fyri fyrisitingarrætti. Tú ert samstarvandi, hevur semjusøkjandi hugburð, samstundis sum málini verða viðgjørd á einum fakliga høgum støði.

UMFRAMT HETTA DUGIR TÚ:
• 
at arbeiða skipað og sjálvstøðugt

at samskifta og samstarva við aðrar fakbólkar


at navigera í einum fjøbroyttum umhvørvi við til tíðir kompleksum
avbjóðingum

at orða teg væl og greitt á føroyskum, bæði munnliga og skrivliga

LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Búskapar-og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Elsu Jóhonnu Høgenni, deildarleiðara á Starvsfólkadeildini elsah@torshavn.fo, telefon 214562.

Umsókn við CV, avriti av prógvi, og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 24. mai 2019.





Øll størv
trýst her