Køksstarvsfólk og reingerðarstarvsfólk til Ellisheimið
Ynskir tú at arbeiða á Ellisheiminum, sum við sínum 25 búplássum er elsta røktarheimið í Heilsu- og umsorganartænastuni, so hevur tú møguleikan at søkja. Vit hava tørv á tveimum starvsfólkum til køkin og einum starvsfólki til reingerð til setan 1. juni ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar í køkinum eru m.a. ráðlegging, fyrireiking, matgerð, pakking, upprudding, uppvask og reingerð; meðan uppgávurnar innan reingerðingina eru at reingerða og halda kømur og felagsøkini rein og ruddilig.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 


tveimum køksfólkum á starvsbrøki ávikavist 0,8 og 0,65.
Arbeiðstíðin er millum kl. 7.00 og 15.00, og arbeitt verður
2. hvørt vikuskifti


einum reingerðarstarvsfólkið á starvsbrøki 0,5, har arbeitt
verður 4 tímar um dagin frá kl. 8 til 12

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR:

• 
Álítandi og ábyrgdarfull/-ur


Tolir stórt arbeiðstrýst


Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur


Røkin og arbeiðssamur

Liðiligur og tolir broytingar

VIT BJÓÐA:

• 
ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag

upplæring á staðnum


eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri
nýhugsan og nýskapan

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, deildarleiðara, tel. 216240.

UMSÓKN

Umsókn saman við CV verður at senda til torshavn@torshavn.fo, viðmerk: „Køksstarvsfólk til Ellisheimið“ ella „Reingerðarstarvsfólk til Ellisheimið“
.

Umsóknarfreistin er 20. mai 2019.





Øll størv
trýst her