Heilsurøktarar til Ellisheimið
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgarar, so er tað møguliga tær vit leita eftir til Ellisheimið, ið er ein partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Ellisheimið er við sínum 25 búplássum elsta røktarheim í Heilsu- og umsorganartænastuni. Ellisheimið liggur miðskeiðis í Havnini, og stutt er til gongu oman á vánna ella ein túr niðan í miðbýin. Vilt tú vera við at stuðla einum virknum aldrandi lívi, og samstundis hugkveikja tilfeingið hjá aldrandi borgarum okkara til gleði og gagns fyri øll, so er at søkja.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 



einum heilsurøktara í tíðaravmarkað starv frá 1 juni 2019
til 31. august 2021 á setanarbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar
um vikuna. Arbeitt verður verður í skiftandi vaktum 6 til 8
tímar og 2. hvørt vikuskifti


einum heilsurøktara í fast starv sum náttarvakt aðru hvørja
viku frá mánadag til sunnudag til setan 1. juni ella eftir avtalu

FØRLEIKAKRØV:
• 
Prógv og góðkenning sum heilsurøktari


Góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum
samstarvi við húsfólk, avvarðandi og starvsfelagar

Fyrikomandi, álitisvekjandi og jaligt tænastusinni


Ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan,
mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka húsfólkið


Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir,
samstundis sum tú varðveitir yvirlitið, tá ið á stendur

Góðan telduførleika

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
góða innleiðslu

ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag

eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett 1. juni ella eftir avtalu og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, telefon 216240 ella við teldupost elisabethhj@torshavn.fo

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Heilsurøktari til Ellisheimið“ ella „Sjúkrarøktarfrøðingur til Ellisheimið“.

Umsóknarfreistin er 20. mai 2019.






Øll størv
trýst her