Sjúkrarøktarfrøðingar til Miðstovu á Lágargarði
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Miðstovu á Lágargarði, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss umframt tvey pláss til umlætting. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 

einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er
dagvaktir og 3. hvørt vikuskifti


einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er
skiftandi vaktir, dag og kvøld, og annahvørt vikuskifti

DENTUR VERÐUR LAGDUR
• 

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering
og geriatri

At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar


Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi
arbeiðspláss

Góðan telduførleika

Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni


eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar


møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi at
menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ruth av Fløtum, deildarleiðara, á tlf. 226792 ella teldupost ruthf@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 1. juli 2019 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar lagaðar til fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu“.

Umsóknarfreistin er 24. mai 2019.





Øll størv
trýst her