Námsfrøðingar til Dagstovnin á Argjum
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Argjum eftir námsfrøðingum. Á Dagstovninum á Argjum eru tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur, harav tann eina stovan er til tey 6-7 ára gomlu børnini. Umleið 80 børn rúmast á stovninum tilsamans.

Í løtuni starvast 20 fólk á stovninum, umframt reingerðarfólk, húsavørður og avloysarar.

VIT SÓKNAST EFTIR:
Fimm námsfrøðingum til barnagarðin og vøggustovurnar at byrja í august 2020, ella eftir nærri avtalu. Í vøggustovunum er talan um størv á 30 tímar, og í barnagarðinum er talan um størv á 20-35 tímar.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

DAGSTOVNURIN Á ARGJUM
LEGGUR MILLUM ANNAÐ DENT Á:
• 
fólkaræði og sjálvbjargni

opinleika og tolsemi

virðing og trivnað

góðar relatiónir

felags ábyrgd

samstarv

kropp og rørslu

VIT VÆNTA AT:
• 

tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á
stovninum

tú hevur fakliga vitan og námsfrøðiliga áskoðan

tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

tú ert ágrýtin og tolin


tú hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og
tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið


tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir,
samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

Vit síggja tað sum eina styrki fyri trivnaðin og fakligu dygdina á stovninum, at starvsfólk tora at undrast, seta spurningar, siga sína hugsan og kjakast um ymisk evni, sum hava bæði fakligan, menniskjansligan og samfelagsligan týdning.

ØKIÐ RUNDAN UM STOVNIN
Umframt stóra garðin, so er stovnurin umgyrdur av áhugaverdum støðum, sum vit javnan vitja saman við børnunum. Nevnast kann m.a. Sandá, Sandágerði, Sjósavnið, AB-vøllurin, sparkivøllurin, Kongavarðar og hagin rundan um.

Busssambandið er gott, tí bæði leið 1 og 3 koyra tríggjar ferðir um tíman og steðga tætt við stovnin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum, og at tú mást tola broytingar í starvinum.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til størvini og stovnin, kanst tú venda tær til Irenu Tróndheim, stovnsleiðara á telefon 302323 / 219019. Tú kanst eisini skriva til irenat@torshavn.fo ella vitja heimasíðuna www.dagstovnurin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er longd til hósdagin 4. juni 2020.




Øll størv
trýst her