Námsfrøðingar til Dagstovnin í Hoyvík
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir námsfrøðingum.

Vilt tú arbeiða í einum góðum starvsfólkabólki, ert tú forvitin eftir at læra nakað um okkara gerandisdag og fáa nógvar ymiskar upplivingar, so eigur tú at søkja námsfrøðiligt starv hjá okkum. Á stovninum ganga 81 børn. Tey fara saman við starvsfólkunum at geva tær nógvar stuttligar, ymiskar og spennandi avbjóðingar, so tú kanst styrkja tínar persónligu og fakligu eginleikar.

STØRVINI
• 
 
Námsfrøðingur at arbeiða 35 tímar í vøggustovu frá 5. august 2019,
ella eftir nærri avtalu



Námsfrøðingur at arbeiða 30 tímar í vøggustovu. Starvið er farloyvisstarv
frá 05. august 2019, ella eftir nærri avtalu, og fram til summarferiuna 2020
við góðum møguleika fyri longri setan

Námsfrøðilesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

VIT VÆNTA, AT:
• 
tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum


tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri
góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar


tú ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan,
mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið


at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir,
samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

VIT BJÓÐA:
• 
fakligar og persónligar avbjóðingar

góðan humor

gott arbeiðsumhvørvi

gott samanhald

støðuga kjarnu av starvsfólkum, sum hava drúgvar royndir

eina áhugaverda námsætlan v.m.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Unu Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 217318, ella vitja www.dagstovnurinihoyvik.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verða at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 3. juni 2019.





Øll størv
trýst her