BÝARVERKFRØÐINGUR TIL TÓRSHAVNAR KOMMUNU
FØROYA STØRSTA ARBEIÐSPLÁSS LEITAR EFTIR TÆR
Havnin er ein livandi og framkomin norðurlendskur høvuðsstaður, sum seinastu fáu árini er vaksin nógv. Borgarin trívist, og vinnan stendur í blóma. Vit menna býin við at skapa góðar karmar hjá tí einstaka at ferðast, búgva og at virka í. Tí trivnaður og vøkstur ganga hond í hond, og tá er neyðugt við góðum vegum, gongubreytum, kloakkleiðingum, vatnveitingum og øðrum. Tað er her, tú kemur inn í myndina. Viðlíkahald og rakstur av hesum er júst skipað í ein stovn fyri seg, og tí søkja vit nú eftir einum framskygdum verkfrøðingi at arbeiða yvirskipað við strategi og planlegging.

HER KANST TÚ GERA MUN
Ein býarverkfrøðingur situr við størri verkætlanum, fremur kommunuætlanir og ger politikkir innan tekniska økið. Um hetta hevur tín áhuga, so er hetta dreymastarvið. Tú gerst leiðari hjá tíggju starvsfólkum og tveimum stovnsleiðarum. Annars vísir tú til tekniska stjóra og ert partur av leiðslutoyminum í teknisku fyrisiting.

EITT FJØLTÁTTAÐ ARBEIÐI

Umframt at vera deildarleiðari fert tú at:
• arbeiða við ætlanum fyri innkomuveg og nýggjum útstykkingarætlanum
• umboða kommununa og veita serkøna vitan í samstarvi við aðrar myndugleikar, eitt nú í samferðslumálum
• arbeiða við politikkum fyri ymisk øki
• leggja fíggjarætlanir og fylgja upp
• arbeiða fyri at tryggja, at øll viðgerð er á høgum støði: nýhugsandi, umhvørvisvinarlig og burðardygg
• (saman við nýggja rakstrarleiðaranum) skipa fyri, at støðulýsingar verða gjørdar, og at tær verða grundarlag undir framtíðarvirkseminum
• taka stig til, at deildin verður ein sjónligur partur av kommunalu fyrisitingini við at veita góða tænastu til politikarar, borgarar og vinnulív

TANN GÓÐI VERKFRØÐINGURIN
Vit sóknast eftir einum verkfrøðingi, sum dugir at halda høvdið kalt, tá ið á stendur. Einum verkfrøðingi, sum skipar arbeiðið væl og hevur yvirlit, tá ið arbeitt verður við fleiri tættum samstundis. Vit sóknast eftir einum verkfrøðingi, sum veit, at nýhugsni og strategi eru grundsúlurnar í eini menningarætlan. Minnir hetta um teg? So er einki at bíða við ... Ert tú so eisini fyrikomandi, úrslitasøkin og ein góður leiðari – so er tað tú, sum fært starvið.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála.

VILT TÚ VITA MEIRA?
So kanst tú seta teg í samband við tekniska stjóra, Marius Müller, á marius@torshavn.fo ella á 215309.

UMSÓKN
Umsókn við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving/ar og royndir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo við heitinum “Býarverkfrøðingur”.


Freistin at søkja er 2. juli 2019.


———

EIN KARRIERA Í KOMMUNUNI
Í starvi hjá Tórshavnar kommunu ert tú hvønn dag við til at ávirka, menna og mynda ein nýmótans og framkomnan norðurlendskan høvuðsstað. Tað er her, tíni evni verða nýtt til fulnar, og tínir førleikar virðismettir og mentir. Tí vit eru Tórshavn. Vit eru virkin og vakin.
Øll størv
trýst her