Ergoterapeutar til Heilsu- og umsorganartænastuna
Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir 2 ergoterapeutum. Ergoterapeutarnir koma at arbeiða í einum toymi við 8 ergoterapeutum við fakligari leiðslu. Talan er um avbjóðandi og gevandi størv í einum tvørfakligum toymi, har lyklaorðini fyri ergoterapeutiska arbeiðið eru aktivitetur og luttøka fyri tann eldra borgaran í Tórshavnar Kommunu.

VIT SØKJA EFTIR:
• 

einum ergoterapeuti á brøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna
frá 1. august 2019 til 31.juli 2020


einum ergoterapeuti á brøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna
frá 1. august 2019 til 31. desember 2019

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR
Vit vænta, at tú:

• 
hevur prógv og góðkenning sum ergoterapeutur


hevur hug og hegni til at arbeiða við eldri borgarum, sum búgva
heima og á røktarheimi

hevur vitan um vanliga aldran og eldrasjúkur

dugir væl at samskifta, samstarva, vegleiða og undirvísa

hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi

dugir at arbeiða sjálvstøðugt

hevur góðan KT-førleika

trívist í einum fjølbroyttum arbeiði við skiftandi uppgávum

VIT BJÓÐA TÆR:
• 

at starvast í einum ergoterapeutiskum toymi við fakligari leiðslu,
so góðir møguleikar eru fyri fakligari sparring og menning



eitt dynamiskt arbeiðspláss, har tú kemur at starvast í einum
interprofessionellum, lærandi og samstarvandi toymi, har áherðsla
er løgd á, at borgarin kann meistra egna tilveru



góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika
at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av
tilboðunum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið.

Starvið verður skipað undir Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – 2 røktareindum og einum heilsuhúsi. Ergoterapiin er ein eind í Heilsuhúsinum, og í Heilsuhúsinum verða m.a. øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur skipaðar.

Tú fært meira at vita um starvið við at seta teg í samband Katrin Jespersen, deildarleiðara, telefon 793134 ella katrinj@torshavn.fo

Umsóknir við avritum av prógvum, góðkenning og viðkomandi skjølum skulu sendast til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk umsóknina „Ergoterapeutur til Heilsuhúsið“.

Umsóknarfreistin er 19. juni 2019.






Øll størv
trýst her