Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini at byrja 14. august 2019.

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í fast starv at arbeiða 20-30 tímar um vikuna.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðarsett starv. Námsfrøðingar sum fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.

VIT YNSKJA UMSØKJARA:
• 


sum hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar
tí at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og
starvsfelagar


sum hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á
stovninum

sum setur í gongd ymisk virksemi

sum er sjálvstøðugur, álítandi og hevur gott yvirlit

sum sær møguleikar, heldur enn forðingar

UM OKKUM
Í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini ganga børn úr 1 og 2. flokki úr Sankta Frans Skúla. Til hvønn flokk eru knýttir ábyrgdarpersónar.

Vit liggja í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Góðir møguleikar eru at nýta vallir, svimjihøll og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað økið rundan um frítíðarskúlan, har vit hava fleiri smáttir, og ein á rennir framvið.

Vit hava góðar innandura umstøður. Vit hava ymisk verkstøð til skapandi evni, ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað, har børnini fáa ment seg á ymiskan hátt, bæði gjøgnum skipað og óskipað tiltøk.

Í Frítíðarskúlanum í Badmintohøllini leggja vit stóran dent á frælsið og frítíðina hjá barninum, har barnið undir tryggum karmum er við til at skapa egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum, sum menna einstaka menniskjað.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi sunnudagin 30. juni 2019.

Setanarsamrøður verða væntandi í viku 27.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan Laursen, stovnsleiðara, á telefon 284902 ella janl@torshavn.fo





Øll størv
trýst her