Røktarstarvsfólk til Heimarustovu á Lágargarði
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgarar, so er tað tær, vit leita eftir til Heimarustovu á Lágargarði, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsinum og tveimum búeindum við 203 búplássum, umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss, umframt tvey pláss til umlætting. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir, Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu, og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 

einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er
skiftandi, tó mest dagvaktir og triðja hvørt vikuskiftið


einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er skiftandi
vaktir, og triðja hvørt vikuskiftið


einum heilsuhjálpara á setanarbrøk 0.8. Arbeiðstíðin er skiftandi
vaktir, og triðja hvørt vikuskiftið

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á
• 

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering
og geriatri

At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar


Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi
arbeiðspláss

Góðan telduførleika


Prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur,
heilsurøktari, heilsuhjálpari

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni


eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar


møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at
menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Christu Niclasen, deildarleiðara, á telefon 211808 ella teldupost christan@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 1. august 2019 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar lagaðar til fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Røktarstarvsfólk til Heimarustovu“.

Umsóknarfreistin er 21. juni 2019.






Øll størv
trýst her