Reingerðarfólk til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini
Tórshavnar kommuna søkir reingerðarfólk til bygningin á Gundadalsvegur 12, 100 Tórshavn at byrja 15. november 2019 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin er 15 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er uttanfyri upplatingartíð stovnsins.

Vaska verður teir dagar virksemi er í bygninginum.

VIT VÆNTA AT TÚ:
• 
ert álítandi og ábyrgdarfullur persónur

ert fyrikomandi, fleksibul og arbeiðsom/samur

ert likamliga og sálarliga væl fyri


megnar at skipa arbeiðið sjálv/-ur og kann arbeiða
sjálvstøðugt

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært viðkomandi yrkisfelag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan Laursen, stovnsleiðara, á telefon 284902 ella janl@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 8. november 2019.





Øll størv
trýst her