Skrivstovufólk til nýggju rakstrarstøðina
Tórshavnar kommuna er í ferð við at uppbyggja eina nýggja rakstrarstøð. Nýggja støðin kemur at virka sum ein sjálvstøðug eind, ið skal taka sær av øllum rakstraruppgávunum, sum eru knýttar at teimum ymsu toymunum. Hesi toymi taka sær øllum innan viðlíkahald av vegum, kavarudding, kloakkum, reinhaldi, vatnveiting o.s.fr.

Í hesum sambandi søkir rakstrarstøðin eftir einum skrivstovufólki, ið kann taka sær av mongu og fjølbroyttu uppgávunum innan telefonavgreiðslu, Prei, uppgávudeiling, viðskiftafólki, postmóttøku, fordeila rokningar, áminningar og innkallingar til tiltøk v.m.

VIT ÍMYNDA OKKUM
EITT STARVSFÓLK, SUM:
• 
Arbeiðir sjálvstøðugt

Kann hava nógvar bóltar í luftini í senn

Tolir at arbeiða undir trýsti

Er fyrikomandi og jaligt

Er tænastusinnað

Hevur góð evni at samstarva og samskifta

Hevur góðar málsligar og skrivligar førleikar

Royndir úr arbeiði við líknandi uppgávum kunnu vera ein fyrimunur.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Bendtsen, rakstrarleiðara, á telefon 288658 ella 302010.

Umsókn við CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo. Heitið á umsóknini skal vera „Skrivstovufólk til rakstrarstøðina“.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 8. november 2019 kl. 16.00




Øll størv
trýst her