Starvsfólk til Býlingshúsið Vesturi á Flat
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið Vesturi á Flat eftir námsfrøðingum / hjálparfólki at arbeiða 30 / 35 tímar um vikuna í vøggustovu og barnagarði.

Starvið verður sett i 12. august 2019 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri færri / fleiri tímum um vikuna. Søkir eingin námsfrøðingur starvið, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað størv.

UM OKKUM
I Býlingshúsinum á Flat er ein vøggustova og tvær barnagarðsstovur. Vit leggja stóran dent á umsorgan, menning og trivna hjá okkum øllum, børnum og vaksnum. Stovnurin liggur sera væl fyri í náttúruvøkrum øki, sum vit gleðast um hvønn dag.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• 
ert blíð/-ur, fyrikomandi og hevur gott yvirlit

hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt

ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

dugir at grunda yvir egið arbeiðið

ert sinnað/-ur at arbeiða í eini broytingartíð

vilt verða ein virkin partur av starvsfólkatoyminum



við tímum dugna og liðiliga arbeiðslagi ert við til at stuðla
undir okkara trivnað, menning og samstarv til frama fyri
einstaka barnið, foreldrini og starvsfelagarnar

Hetta so at øll, bæði børn, foreldur og starvsfólk verða sædd, hoyrd og tikin í álvara.

VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGARMIKIÐ STARV:
• 

har viðurkenning er grundarlagið undir trivnaði, menning
og samstarvi við einstaka barnið, foreldrini og starvsfelagar

við fjølbroyttum og spennandi avbjóðingum í gerandisdegnum


har menningin hjá einstaka barninum er týðandi partur í
gerandisdegnum

har samstarv við foreldrini hevur stóran týdning

har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 24 juni 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
Um starvið og stovnin við at venda sær til Turið Horn, stovnsleiðara, telefon 275100
ella við at skriva til turidh@torshavn.fo




Øll størv
trýst her