Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til Boðanesheimið
Boðanesheimið er 6 ára gamalt, liggur Yviri við Strond, og her búgva 64 húsfólk. Búeindirnar eru Traðarlon og Strandarlon sum eru røktardeildir og Boðalon sum er demensdeild.

Á Traðarlon hava vit tørv á einum sjúkrarøktarfrøðingi og einum heilsurøktara til okkara toymi, sum hevur sum kjarnuuppgávu, at veita dygdargóða røkt til 24 húsfólk. Arbeiðsdagurin er fjølbroyttur, og dagarnir eru ikki eins. Á Traðarlon fylgja vit lívinum hjá húsfolkunum, og gera okkara besta, fyri at húsfólkini fáa ein góðan gerandisdag. Vit veita dygdargóða røkt og umsorgan, sum stimbrar til eginumsorgan og stuðlar til eitt virkið lív. Okkara uppgáva er at skapa javnvág millum eitt gott og trygt heim fyri húsfólkini, samstundis sum at fakligheitin verður brúkt til fulnar í heildarrøktini av borgaranum.

Traðarlon er eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini hava tað gott saman, og eru um hvønn annan, her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar á deildini, og samstarvað verður tvørtur um yrki og geirar dagliga. Vit taka atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrættin hjá húsfólkinum, og hava eitt tætt samstarv við avvarðandi.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 


Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á setanarbrøki 1,0 til setan 1.
september 2019 ella eftir avtalu. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskiftið,
og hevur tú góðar møguleikar at fáa ávirkan á tína arbeiðsætlan.



Tveimum heilsurøktarum á setanarbrøki 1,0, til setan 1. september
2019 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt
vikuskiftið.

FØRLEIKAKRØV
• 

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur ella
heilsurøktari

Góð evni at samskifta í skrift og talu


Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða
sjálvstøðugt

Fyrikomandi, álitisvekjandi og jaligt tænastusinni


Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan
í menning

KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÒÐA:
• 
góða innleiðslu

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar


møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella heilsurøktarafelagið.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Annu Helenu Otthamar, deildarleiðara, telefon 263110, ella við telduposti til annaho@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Starvsfólk til Traðarlon“.

Umsóknarfreistin er 22. juli 2019.





Øll størv
trýst her