Námsfrøðingur til Dagstovnin Fríðriksgarð
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Fríðriksgarð eftir 1 námsfrøðingi.

Vit søkja námsfrøðingi at arbeiða í vøggustovu 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett 1. februar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Um skikkaður námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Vit bjóða eitt áhugavert starv í nýggja dagstovninum Fríðriksgarðið, sum lat upp 1. mars 2019. Fyribils hava vit tríggjar vøggustovur, men seinni verða tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Vit leggja dent á umsorgan, trivna, menning og samstarv.

VIT VÆNTA AV TÆR:
• 
at tú ert við at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum


at tú vilt virka fyri góðum trivnaði og samstarvi við børn,
foreldur og starvsfelagar


at tú hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi
og tryggan dag fyri einstaka barnið


at tú hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt
og hevur yvirlit


at tú ert álítandi, tekur ábyrgd, hevur ein jaligan hugburð
og ert fyrikomandi

VIT KUNNU BJÓÐA TÆR:
• 
sum starvsfólk fært tú fakligar og persónligar avbjóðingar


sum starvsfólk sleppur tú at seta tín dám á arbeiðið og verða
við til at byggja ein nýggjan stovn upp

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi og lívsrensli verður send til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 31. jan. 2020 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Jacobsen, stovnsleiðara, telefon 282292.


Øll størv
trýst her